Søk stuðul her

Varðin Pelagic veitir stuðul til vælgerandi endamál og verða umsóknirnar um stuðul vanliga viðgjørdar 4 ferðir um árið.
Feløg, bólkar ella einstaklingar, sum ynskja at søkja um stuðul, skulu útfylla umsóknarskjalið niðanfyri, annars verður umsóknin ikki tikin við í viðgerðini.

Virksemið skal ikki verða av vinnuligum slagi og eingin privatur skal fáa ágóða ella avlop av virkseminum. Stuðul verður ikki latin til skúlaflokkar ella til námsferðir.

Umsóknir skulu latast inn í minsta lagi 4 vikur, áðrenn stuðulin ynskist veittur. Er skotbráið styttri enn 4 vikur, loyva vit okkum at síggja burtur frá umsóknini.

Av tí at ein ávís upphædd til stuðul er ásett, er ikki vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar. Allar umsóknir, ið fylgja omanfyrinevndu leiðbeining, verða viðgjørdar gjølla og øll, ið hava søkt um stuðul, fáa skrivligt svar.

Umsóknarfreistirnar eru:
1. Mars
1. Juni
1. September
1. Desember

Varðin Pelagic tilskilar sær frítt at velja ímillum allar innkomnar umsóknir.

  • Slip fil her eller