Varðin Pelagic ársins átak 2012

arsins atak 2012

Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum varð í dag avdúkað, at dómsnevndin hevur valt P/F Varðin Pelagic sum Ársins Átak 2012.

Í grundgevingunum vísti dómsnevndin m.a. á, at talan varð um eina neyva verkætlanarstýring í byggiarbeiðinum og tann týdning, sum eitt slíkt virki hevur fyri Suðuroynna og Føroyar sum heild.

Grundgeving frá dómsnevndini:

Grundgeving fyri val av ársins átaki
Føroyar eru gjørdar av gróti. Av basalti. Í wikipedia stendur at basalt er eitt steinslag, sum finst tætt
við yvirflatuna á gongustjørnum og á mánum. Soleiðis eisini her á jørðini, og ikki minst í Føroyum.
Hetta við yvirflatuni venda vit aftur til.
Basalt kann nýtast til nógv ymisk endamál. Til at bora ígjøgnum, tá vit leita eftir olju. Til at høgga
sundur at koyra í túnið. Til at laða við. Til at byggja við. Og tá fólk eru vilst í mjørkanum, hava tey ofta
verið takksom fyri at renna seg á ein laðaðan grótvarða, sum hevur birt eina vón um, at tað nokk skal
fara at ganga.
Umframt grót eru vit eisini vælsignaði við fiski í høvunum rundanum okkum. Ja, enn er nakað eftir av
ymisku fiskasløgunum kring Føroyar, hóast onkur heldur, at vit í tíðarskeiðum gera okkara besta at
tøma havið. Vit býta henda fiskin upp í botnfisk og uppisjóvarfisk, eisini róptur pelagiskur fiskur.
Uppisjóvarfiskurin livur tætt við yvirflatuna, eins og basaltið ger á gongustjørnum.
Í Suðuroy sigst vera eitt serlig harðført slag av basalti til. Okkurt kundi bent á, at hetta grótið er
serliga væl egnað til at laða við, ikki minst tá tað verður blandað við gróti norðanfjørðs eisini. Í øllum
førum eru tey fyrr í ár farin undir at laða ein varða á Tvøroyri. Ein stóran og sera framkomnan varða.
Talan er ikki um sama slag av varða, sum vit eru von við, men tó ein varða, sum hevur skapt virksemi
og vón um framtíðina á staðnum.
Skjótt hevur tað gingið at fáa henda varðan upp at standa. Byrjað varð í februar-mars mánaða í ár at
byggja, og longu í summar stóð alt liðugt at taka í nýtslu. Eitt óvanliga skjótt úr hondum greitt
arbeiði, sum uttan iva hevur kravt eina neyva verkætlanarstýring og framúr evni at tillaga seg.
Til tey, sum ikki longu høvdu gitt tað frammanundan, og tey, sum ikki hava fangað tað enn, hevur
dómsnevndin valt Varðin Pelagic á Tvøroyri sum Ársins Átak 2012. Bæði tí talan er um eina framúr
væl úr hondum greidda verkætlan, har framleiðslan byrjaði uml. 5 mánaðar eftir, at
byggiverkætlanin byrjaði. Men eisini tí, at talan er um ein varða fyri Suðuroynna og Føroyar sum
heild. Nýggja virkið hjá Varðin Pelagic er eitt av størstu pelagisku virkjunum í heiminum, og fer
væntandi at føra til eina munandi virðisøking av pelagiska tilfeinginum.
Suðuroyggin hevur í longri tíð enn restin av Føroyum kjakast um fólkafráflyting, og útlitini hava
kanska ikki verið tey bjartastu. Tað tykist, sum henda verkætlanin við 90 nýggjum arbeiðsplássum
hevur fingið fólk á staðnum at síggja bjartari uppá framtíðina.
Nú minkandi fólkatalið er vorðið eitt evni fyri alt landið, er meira enn nakrantíð brúk fyri at byggja í
Føroyum fleiri varðar, sum fólk kunnu miða seg eftir. Tað kunnu vera varðar innan mentan, vinnulív,
politikk og annað. Um vit hava nokk av slíkum varðum, gerst tað lættari hjá fólki at síggja, at tað er
gott at búgva og virka í hesum landi. Bæði teimum, sum búgva her frammanundan og teimum, sum
kanska kundu hugsast at flutt henda vegin. Latið okkum geva teimum nakrar varðar at ganga eftir,
líka mikið hvussu langt burturi í heimi tey eru.
Ein pelagiskur varði er reistur í Suðuroy, og dómsnevndin hevur valt hann til Ársins Átak 2012.